Minnast tit søguna um Peter Pan? Wendy - 5., 6. og 7. flokkur
Nú eiga 5., 6. og 7. flokkur tørn. Húsið bjóðar í biograf hósdagin kl. 15.00 at hyggja eftir Wendy.
Wendy er søgan um Peter Pan, men frá sjónarmiðnum hjá Wendy.
Húsið bjóðar poppkorn og sodavatn, men atgongumerki mugu tit sjálvi gjalda. Tað kostar 95,- kr. Um tú ert limur í Húsinum, so sleppur tú ókeypis, um tú hevur limakortið við.
Sig frá í Húsinum í seinasta lagi hósdagin kl. 13.30, um tú hevur hug at koma við
Byrjar:
17.09.2020 - KL. 15:00
Komandi tiltøk
20
august
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
20
august
2026
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
20
august
2026
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.